Vit leita eftir trimum talentum

Vit leita eftir trimum talentum

Skrivstovulærlingur:

Vit leita eftir tær, sum hevur hug at royna eina spennandi og avbjóðandi skrivstovuútbúgving.

Í lærutíðini fært tú innlit og upplæring innan bókhald, fyriskipan og øðrum skrivstovuarbeiði, har góðir møguleikar eru fyri persónligari menning í einum vælvirkandi arbeiðsumhvørvi.

Hevur tú FHS er lærutíðin 3 ár og hevur tú HH, er lærutíðin 2 ár. Lønin er sambært galdandi sáttmála við S & K.

Um teg:

Tú hevur HH ella FHS prógv. Fært tú væntandi FHS ella HH prógv í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja. Tú hevur góð samstarvsenir, ert ágrýtin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.


Handilslærlingar:

Sum handilslærlingur fært tú eina útbúgving, sum tryggjar, at tú kemur runt í øllum liðunum, ið skapa tann góða handilin. Tú kemur at arbeiða við at veita okkara kundum dagliga tænastu innan eitt nú sølu, ráðgeving, tilboðsgeving og goymslustýring.

Útbúgvingin er góðkend handilsútbúgving, sum gevur góðar møguleikar fyri víðari útbúgving innan onnur øki. Sum partur av útbúgvingini skalt tú til Danmarkar í skúla seks ferðir í lærutíðini at taka ástøðiliga partin.

Hevur tú FHS er lærutíðin 3 ár og hevur tú HH, er lærutíðin 2 ár. Lønin er sambært galdandi sáttmála við S & K.

Um teg:

Tú hevur HH ella FHS prógv. Fært tú væntandi FHS ella HH prógv í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja. Tú ert fyrikomandi, dámar væl nýggjar avbjóðingar og dugir væl at samstarva. Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og at veita eina góða tænastu.


Umsóknarfreist:

Umsóknarfreist til størvini er fríggjadagin 5. mai 2017 kl. 12.00.

Størvini verða sett skjótast gjørligt. Vit bíða tó fegin, um tú ert rætti persónurin. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Anniku Krosstein, tlf. 344690, teldupostur: annika(at)krosstein.fo.

Umsóknir við prógvum og cv skulu sendast til: annika(at)krosstein.fo ella


P/F Svend Krosstein

Falkavegur 6

Postsmoga 3229

110 Tórshavn

Viðmerkt: starvsumsókn


Um P/F Svend Krosstein:

P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari menning og við okkara 23 dugnaligu starvsfólkum, bjóða vit skjóta og góða tænastu til okkara viðskiftafólk kring alt landið. Sum størsti HVS handil og heilsøla í landinum, veita vit tilfar, tænastur og ráðgeving innan grøna orku, vatnveiting, hitaverk, sanitet og ventilatión. Harumframt hava vit eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á landi og sjógvi.