Alt
 
 
í tíni kurv
Samlað ordra upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG


Grønir fingrar søkjast!

Ert tú okkara nýggja stavsfólk í garðsbúðini? 

Vit søkja eftir einum starvsfólki til at ráðgeva okkara havakundum. Starvið inniber ráðgeving, sølu, vøruuppseting, planturøkt, og tú kemur at vera við til at tryggja, at garðsbúðin altíð er innbjóðandi.

Talan er í fyrstu atløgu um eitt tíðaravmarkað starv og nýtist ikki at vera eitt fulltíðarstarv. Talan er um tímalønt starv. Tín aldur og bakgrund er ikki so avgerandi, men tú skal sjálvandi hava áhuga fyri plantum, tøðum og øðrum til havan. Eisini skal tú duga at samskifta við viðskiftafólk okkara og vera røkin.

Í løtuni starvast 1-2 fólk í garðsbúðini. Tú fært neyðuga upplæring frá okkum. 

Garðsbúðin er partur av byggibúðini hjá Bygma Balslev. Bygma Balslev er Føroya stórsti timburhandil og her starvast 50 fólk. Vit selja byggitilfar, amboð og annað til hús og hava.

Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkað til 15. august 2018.

Um hetta hevur áhuga, so send ein teldupost til alex@balslev.fo ella ring til Balslev á tlf. 34 50 00 og spyr eftir Alex.