Húsagarður er matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Á Húsagarði bjóða vit bæði fasta matskrá við trimum rættum, fimm rættum ella stakar rættir. Í køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider.

CHEF´S CHOICE

“Spyr tænarin”

4 rættir 755,-

4 rættir við vínskrá 1.155,-

Bílegg borð
.

Forrættir

Naturel Gillardeau ostrar, 3 stk. 175,-

Jákupsskelja-ceviche við súrepli og osti 145,-

Oksatatar við jarðkneysum 175,-

Aspargus við hollandaise 145,-

Tilkeyp: Rækjur og kaviar 150,-

Bílegg borð
.

Høvuðsrættir

Dagsins fiskur við Blanquètte sós og grønmeti eftir árstíðini 345,-

Oksalundir við grønmeti eftir árstíðini og reyðvínssós 365,-

Gnocchi við ostasós 210,-

Bílegg borð
.

Omaná

Rabarbusorbet við tonkakremi 110,-

Súrepla- og basilikumsorbet við valnøtum 110,-

Smátt søtt: Canelès við calvadoskremi 125,-

3 ostar úr Evropa við tilhoyri eftir árstíðini 140,-

Tilkeyp: Rossini Black Label Caviar 30 g. 495,-

Bílegg borð
.

Vínkort

Kanna tær listan av vínum úr kjallara okkara, Gilið, sum hýsir upp móti 2.500 fløskum. Flestu framleiðarar á listanum arbeiða burðardygt um enn ikki øll eru løggildaði vistfrøðilig. Vit útvega vín úr øllum heimshornum uttan trongskygni ella dogmu eins leingi og drykkurin í glasinum fortelur eina serstaka søgu.

Sí vínkort
.

Vínsmakkingar

Uppliva vín úr øllum heiminum í vínkjallaranum á Hotel Brandan.

Les meira
.

Søgan um Húsagarð

Húsagarður er navnið á økinum, sum Hotel Brandan er bygt á. Navnið og søgan um Húsagarð fer heilt aftur til 1200-talið, men kom fyrstu ferð á skrift í ár 1584. Húsagarður var millum tey fyrstu húsini, ið vóru bygd á Húsabrúgv í Tórshavn, ið lá við síðuna av Dómkirkjuni. Fyrst í 1930’inum var Húsagarður flutt til ”Meksiko”, har Hotel Brandan liggur í dag. Tá ið Húsagarður var flutt, lá bóndagarðurin so langt frá Tórshavn, at eyknevnið bleiv ”Meksiko”.

Les meira
.

Upp- & afturlatingartíðir

Mánadag - hósdag:
kl. 18.00 – 21.00

Fríggjadag & leygardag:
kl. 18.00 – 21.30