Leys størv
LÆRLINGUR TIL BÓKHALDIÐ HJÁ 62°N
62°N er ein av fremstu ferðavinnuaktørunum í Føroyum og hevur eitt fjøltáttað virkisøki: ferðing út í heim, ferðing til Føroya og í Føroyum, bilaleiga og hotelvirksemi.
Vit søkja nú eftir einum dugnaligum lærlingi til bókhaldið hjá 62°N. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um at skráseta, gjalda út, debitorrøkt, innaneftirlit umframt aðrar bókhaldsuppgávur.
Vit vænta, at tú:
– er opin og fyrikomandi
– er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd
– arbeiðir væl undir trýsti og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
– dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
Vit kunnu bjóða tær:
Eitt spennandi og fjølbroytt lærupláss, har tú verður ein partur av einum sterkum og dugnaligum toymi.
Løn og setanartreytir:
Arbeiðstíð og løn verður ásett eftir avtalu, og afturat lønini verður knýtt ein eftirlønarskipan. Starvsstaðurin er í Tórshavn.
Umsókn
Allar umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo, og umsóknarfreistin er 15. marts 2024. Starvið verður sett 1. apríl 2024.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um tú vilt vita meira um starvið, ber til at venda sær til Aksel Poulsen, fíggjarleiðara, á tlf. 73 35 33 ella á aksel@62n.fo