Vitan til Varandi Aling 2021

Vitan til Varandi Aling ‘21

Ráðstevna um aling í Føroyum 5. mars 2021

 

Vitan til Varandi Aling ’21 er ein ráðstevna, har endamálið er at viðgera og leggja fram nýggjastu vitan, sum hevur týdning fyri føroysku alivinnuna.

Ráðstevnan miðar eftir at savna granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Skráin er frá kl. 09.00 til kl. 16.00, og hon fevnir um evnini: Burðardygg nýtsla av firðum, lús og fiskavælferð.

Ráðstevnan verður í høvuðsheitum skipað við framløgum.

Luttakaratalið er avmarkað til 70, sambært tilmælum frá myndugleikunum. Firum hevur, í samstarvi við Koronaráðgevingina og Hilton Garden Inn, gjørt serliga vegleiðing til ráðstevnugestirnar – trýst her fyri at síggja vegleiðingina.

Luttøkugjaldið er 1.650,00 kr. u. MVG fyri hvønn luttakara. Íroknað gjaldinum er morgunmatur, døgurði á middegi og ymiskt leskiligt, meðan ráðstevnan fer fram.

Tilmelding skal sendast til ernst@firumg.fo. Tilmeldingin verður fyrst bindandi, tá goldið er fyri luttøkuna. Freistin fyri tilmelding er t. 20. februar 2021.