• Hvørjar tryggingar eiga øll at hava? Tiltak á Tvøroyri

    Hvørjar tryggingar eiga øll at hava? Tiltak á Tvøroyri

    Tryggingar eru fyri tey flestu eitt sindur fløkjasligar – og tí er áhugin eisini lítil. Hetta merkir, at nógv eru ov illa tryggjað.

    Vit hava savnað ta mest neyðugu kunningina til tín, so tú onki nýtist at hugsa um. Bert at møta upp. Við stuttum og løttum framløgum koma vit runt um tær mest viðkomandi tryggingarnar.

    Bráðfeingis tannhjálp

    Tannlækni kemur at greiða frá, hvussu tú skalt bera teg at, um tú ella eitt barn fær tannskaða.

    Tónleikur og ábit

    Vit bjóða til eitt hugnaligt kvøld í Glasstovuni á Tvøroyri við livandi tónleiki við Una Debess og onkrum søtum til góman.

    Vinn

    Gávubræv frá Atlantic Airways.
     

    Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin

    Tíð: Hóskvøldið 27. februar kl. 19
    Stað: Glasstovan, Tvøroyri