![](https://vevlysingar.shouthorn.com/2023/2351_r_300_300.png)
Mikudagin 15. Mai kl. 19 hevur Giktafelag Føroya aðalfund.
Fundurin verður hildin í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 8. Mai.
Umframt vanligu dagsskránna, verður fyrilestur um endurvenjingartilboðið á Klaksvíkar sjúkrahúsið.
Vinarliga
Nevndin