Til føroysk bókaforløg
Stóra várútsølan av føroyskum bókum í døgunum 9. apríl – 25. apríl 2026
Bókhandlarafelagið saman við Bókamiðsøluni hava gjørt av, at afturvendandi bókaútsølan verður í døgunum 9. apríl – 25. apríl 2026. Útsølan er útsett frá upprunaligu døgunum, sum vóru 26. februar – 14. mars 2026.
Hava tit hug at vera við, verða tit biðin um at gera so væl at boða Bókamiðsøluni, [email protected] ella tlf. 313756, frá skjótast til ber, og í seinasta lagi mánadagin 16 mars.
Eisini verða tit biðin um at senda Bókadeildini eitt yvirlit yvir bøkurnar, har tit skriva nøkur fá orð um hvørja bók og upplýsa prís, bæði upprunaprís og útsøluprís. Hetta yvirlitið mugu vit fáa teldutøkt. Eisini mugu tit senda okkum talgilda mynd av hvørjari permu. Sendið hetta yvirlitið til: [email protected].
Luttøkugjaldið verður eins og áður kr. 250 fyri forlagið + kr. 150 fyri tær bøkur, ið kosta kr. 40 ella meir og kr. 75 fyri bøkurnar, ið kosta minni enn kr. 40. Bókamiðsølan avroknar gjaldið, tá ið útsølan er liðug.
Treytir: Bókin skal vera útkomin áðrenn 2024 – og minnist til: Bøkurnar kunnu einans verða í útsølublaðnum tvær ferðir.
Eisini skal upplagið vera í minsta lagi 30 bøkur, um bókin skal við í útsøluávísina. Og tit, sum ikki hava bøkurnar á goymslu á Bókamiðsøluni, mugu koma við teimum 14 dagar frammanundan, um 25. mars.
Er nakað at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til:
Sigfríður S. Sólsker, tlf. 235771
T-postur: [email protected]
Bestu heilsanir,
Sigfríður S. Sólsker
2. mars 2026



