
Fuglafjarðar Handverkarafelag boðar
frá, at ársaðalfundur verður hildin
tann 15. apríl kl. 18.30 á Restaurant Muntra.
Um fundurin ikki er viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur hildin ein hálvan
tíma seinni á sama stað.
Fundarskráin er sambært lógum felagsins.
Sum innkomið mál, verður viðgjørt uppskot um, at umsiting og uppkrevjing av
limagjøldum, umframt útgjald av sjúkragrunnsstuðli, verða løgd til Føroya Handverkarafelag at umsita.
Nevndin



