Søkjast kann um aliloyvi at ala lívfisk á landi úti í Svínoy

Heilsufrøðiliga starvsstovan er kunnug við ítøkiligan áhuga at ala lívfisk av laksi á lívfiskastøð úti í Svínoy.

Við hesum verður sagt frá, at søkjast kann 1 aliloyvi at ala lívfisk av laksi á lívfiskastøð í Svínoy.

Umsókn um loyvi at ala lívfiski í Svínoy skal verða latin aliumsitingini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni innan fríggjadagin hin 25. apríl 2025.

Feløg, sum eru áhugað í at søkja, eiga skjótast gjørligt at venda sær til aliumsitingina telefon 556400 ella á [email protected] hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri at fáa vegleiðing um krøv til umsókn