Ken Nónklett - Advokatur leggur dent á at bjóða eina dygdargóða løgfrøðiliga tænastu á ein hátt, ið er lættur at skilja.
Tænastan verður veitt við støði í tørvinum hjá kundanum og út frá einum kostnaðartilvitaðum grundarlagi.
Hús á Toftum til sølu
Við hesum verður sethúsaognin matr.nr. 635, Toftir lýst til sølu.
Talan er um eini sethús frá 1950-unum, sum liggja væl fyri við góðum útsýni og tætt við allar hentleikar.
Húsini eru uml. 161 m2 í trimum hæddum og grundøkið er 404 m2.
Húsini eru innrættað soleiðis: Í niðastu hædd er óinnrættaður kjallari/fýrrúm. Í miðhæddini er inngongd, trappugongd, køkur/stova/alrúm og wc/baðirúm. Í ovastu hædd eru 5 rúm/kømur.
Prísuppskot kr. 1.200.000,-.
Húsaskoðan fyriliggur.
Serligt boðskjal verður at fylla út í sambandi við boðgevan.
Áhugað kunnu venda sær til Ken Nónklett, adv. á tlf. 518080 ella ken@advo.fo.
Húsini verða víst fram 27. apríl 2024. Neyðugt er við tilmelding.
Fleiri myndir av ognini kunnu síggjast undir breddanum "ognir til sølu".