Alheims sosialráðgevaradagar 17. mars 2026

Í samband við Alheims sosialráðgevaradagin, skipar Sosialráðgevarafelag Føroya fyri almennum tiltaki, sum verður í fundarhølinum hjá Starvsfelagnum:

tann 17. Mars 2026, frá kl. 17-19

Ársins tema "Felags vón og samljóð; ein áheitan um at savna eitt kloyvt samfelag"leggur dent á mannarættindi, burðardygd og rættvísi og brúkar afrikansku fatanina Harambee, sum merkir "at draga saman", fyri at birta vón og fyri at savna eitt kloyvt samfelag.

Á skránni verður:

  • Vælkomin: Hallbjørg Lamhauge, forkvinna í SRF bjóðar vælkomin.

  • Framløga: Suni Poulsen: Hitt kloyvda samfelagið

  • Drekkamuður og tvíflís

Neyðugt er við tilmelding á: [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 13/3-2026.