Fuglafjarðar Handverkarafelag. Ársaðalfundurin verður tann 15.apríl kl 18.30 á Restaurant Muntra


Fuglafjarðar Handverkarafelag boðar frá, at ársaðalfundur verður hildin
tann 15. apríl kl. 18.30 á Restaurant Muntra.

Um fundurin ikki er viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur hildin ein hálvan tíma seinni á sama stað.

Fundarskráin er sambært lógum felagsins.

Sum innkomið mál, verður viðgjørt uppskot um, at umsiting og uppkrevjing av limagjøldum, umframt útgjald av sjúkragrunnsstuðli, verða løgd til Føroya Handverkarafelag at umsita.

Nevndin